Umsókn at knýta upp í Heldina

Vevtænastuveitari (Producer)

 

Tak umsókn til rakstrarumhvørvið og testumhvørvið niður

Tak umsókn til undangóðkenning niður

Vegleiðing at fylla út umsóknarblaðið

Vel fyrst um tað er íbinding í rakstrar- ella testumhvørvið.

Navn á stovni/virki
Grundleggjandi upplýsingar um stovnin/virkið, ið ynskir at knýta í Heldina sum tænastuveitari.

Heldábyrgdari
Um stovnurin/virkið hevur ein innanhýsis Heldábyrgdara, skal hann vera nevndur her. Heldábyrgdarin hevur somu heimildir sum stjórin, hvat viðvíkur Heldini.

Umsitari av trygdarambætara
Her verður upplýst hvør er tekniskur kontaktpersónur í samband við hendan trygdarambætaran. KTL hevur bert heimild at samskifta við hendan persónin um uppseting oa. á trygdarambætaranum.

Navn á KT skipanini og árgangur
Hevur skipanin eitt navn, so verður tað skriva her, um ikki, so má skipanin navngevast. Hetta navnið verður alment, og verður brúkt til at vísa til eina skipan.

Dátuflokking av KT skipanini
KT skipanin skal flokkast, sum ávíst í skjalinum Trygdarkrøv. Finn frágreiðingina av dátuflokking har ella á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni her (leinki). 

Stutt lýsing av dátum
Hetta skal vera ein stutt lýsing av, hvat vevtænastan ger og hvørjar dátur verða fluttar. T.d. um tað er persónsupplýsingar, akfarsupplýsingar, virkislýsingar, o.s.fr. 

Navn á trygdarambætara
Hetta er navnið á virtuellu/fysisku telduni sum koyrir trygdarambætaran. Hetta verður nýtt til at eyðmerkja telduna við einum trygdarambætara um har eru tekniskir trupulleikar, og eisini tá fleiri luttakarar deila ein trygdarambætara.

Public IP á trygdarambætara
Tað er umráðandi at hendan adressan er røtt, og at hon verður dagførd í samband við flyting.

Dátuflokking av trygdarambætara
Trygdarambætarin skal dátuflokkast eftir vegleiðing í Trygdarskjalinum.

Registry Code
Navngevið tykkara vevtænastu eftir navnastandardinum hjá Heldini, t.e.: “Stytting av stovni/virki, skipanarnavn og útgáva”. Hetta skal alt verða við lítlum stavum.

Dømi: Navnið á vevtænastuni hjá Umhvørvisstovuni við fólkayvirlitinum kundi verið “us-folk-v1”

Hesi nøvn vera ikki góðtikin:

  • skipanir við "test" í navninum
  • skipanir við stavivillum
  • nøvn líkjast nógv ella liggja tætt uppat øðrum nøvnum
  • stavir sum liggja uttanfyri vanliga enska stavraðið, t.d. (@, ð, ó, *, ?,_) tó er "-" góðtikið sum tað er lýst í navnastandardinum 

Organization’s full name
Hetta skal vera tað sama sum í Registry Code.

"Registry code" og "Organization's full name" skal vera exakt tað sama sum tað sum er skrásett á trygdarambætaranum.