Umsókn at knýta upp í Heldina

 Vevtænastubrúkari  (Consumer) 

  

Her kanst tú heinta umsókn til rakstrarumhvørvið og testumhvørvið

Vegleiðing at fylla út umsóknarblaðið

Vel fyrst um tað er íbinding í rakstrar- ella testumhvørvið.

Navn á stovni/virki
Grundleggjandi upplýsingar um stovnin/virkið, ið ynskir at knýta í Heldina sum vevtænastubrúkari.

Heldábyrgdari
Um stovnurin/virkið hevur ein innanhýsis Heldábyrgdara, skal hann vera nevndur her. Heldábyrgdarin hevur somu heimildir sum stjórin, hvat viðvíkur Heldini.

Umsitari av trygdarambætara
Her verður upplýst hvør er tekniskur kontaktpersónur í samband við hendan trygdarambætaran. KTL hevur bert heimild at samskifta við hendan persónin um uppseting oa. á trygdarambætaranum.

Navn á trygdarambætara
Hetta er navnið á virtuellu/fysisku telduni sum koyrir trygdarambætaran. Hetta verður nýtt til at eyðmerkja telduna við einum trygdarambætara um har eru tekniskir trupulleikar, og eisini tá fleiri luttakarar deila ein trygdarambætara.

Public IP á trygdarambætara
Tað er umráðandi at hendan adressan er røtt, og at hon verður dagførd í samband við flyting. 

Registry Code – V-tal
Hetta er V-talið hjá luttakaranum, og er sostatt unikt fyri øll í Heldini. Gevi gætur at onkuntíð er neyðugt at hava fleiri trygdarambætarar. Hevur tín stovnur/virki tað, skal hetta gerast greitt í heitinum, og heitið skal sostatt vera: V-tal, bindistrika og síðani eitt stutt navn fyri, hvat hesin trygdarambætarin verður brúktur til. Til dømis. er hetta fólkayvirlitið, kann tað vera “123456-folk”

Hesi registry code vera ikki góðtikin:

  • skipanir við "test" í navninum
  • skipanir við stavivillum
  • nøvn líkjast nógv ella liggja tætt uppat øðrum nøvnum
  • stavir sum liggja uttanfyri vanliga enska stavraðið, t.d. (@, ð, ó, *, ?,_) tó er "-" góðtikið sum tað er lýst í omanfyri

Organization’s name

Fulla navnið hjá luttakaranum, sum skal vera unikt fyri øll.