Knýt í Heldina

Mælt verður til at luttakarar seta seg í samband við Heldardepilin sum fyrsta stig í einari menningartilgongd. Orsøkin er at ávísir smálutir í menningini verða ávirkaðir av Heldini, og tað er best um hetta verður rætt frá byrjan. Send ein teldupost til heldin@gjaldstovan.fo.

Munur er á vevtænastuveitara og vevtænastubrúkara
Heldin ger mun á um ein luttakari er vevtænastubrúkari ella vevtænastuveitari. Ein vevtænastuveitari hevur eina vevtænastu, sum vevtænastubrúkarin kallar. Dátur kunnu ferðast báðar vegir, hóast vit hava hesa uppdeilingina, tí ein vevtænastubrúkari kann bæði senda og móttaka dátur.

Krøvini til ein vevtænastuveitara eru hægri, tí hesin hevur eina vevtænastu, sum kann kallast av hinum luttakarunum. Tað vil siga at tað er ikki vevtænastuveitarin sum byrjar eitt samskifti, tí hesin svarar bert uppá fyrispurningar. Hinvegin, so er tað vevtænastubrúkarin, sum byrjar samskifti, og ein vevtænastubrúkari er ongantíð partur í einum samskifti, sum hann ikki hevur sett í gongd. Tað ger at loyvini til atgongd vera sett upp hjá vevtænastuveitaranum, og hesin hevur ábyrgdina fyri at verja sínar dátur. Tað er eisini vevtænastuveitarin, sum definerar formatið fyri samskiftið og hvat skal inn og hvat kemur út.

Tí er munur á mannagongdini fyri tilmelding av vetænastuveitara og brúkara. 

Far beinleiðis til

Spurningar um evnið?