Heldin heldur Talgildu Føroyum saman

Heldin er ein tryggur samskiftispallur, sum ger tað lætt og skjótt at knýta KT-skipanir saman, samstundis sum trygdin og próvfesti er eins gott sum í verandi manuellu mannagongdum. Heldin er ikki bert ein KT-skipan, tí talan er um eitt tøkniligt undirstøðukervi og fyriskipanarligur karmur sum ger tað møguligt at hava trygt, skipað og bronglað dátusamskifti. Heldin tekur sær av dátum sum verða fluttar millum telduskipanirnar hjá stovnum og fyritøkum. Tú kanst hugsa um Heldina sum eitt postverk sum ber brøv millum tveir partar uttan at kanna innihaldið í brøvunum, og syrgir fyri at brøv ikki verða send til óviðkomandi.  

 


Størri mynd

Myndin omanfyri vísir hvussu Heldin er samansett, og hvussu luttakarar eru knýttir í Heldina. Hvør luttakari hevur sínar egnu KT skipanir, sum eru teknaðar sum kassar ovast á myndini. Hesar verða knýttar í Heldina gjøgnum ein trygdarambætara umvegis ein millumambætara. Miðambætarin virkar sum eitt umsetandi lið millum skipaninar og trygdarambætaran. Sirkulin á myndini ímyndar hvar samskiftið fer fram, og hóast tað er teknað sum ein sirkul, so fer samskifti fram umvegis bronglaðar tunlar beinleiðis millum tveir luttakarar. Kassarnir til høgru eru kjarnukomponentar, sum halda skil á hvør er hvør í Heldini og senda sertifikatir út til luttakararna, so at bronglaða samskiftið er trygt. Niðast eru dømi um ymiskar borgaratænastur, sum kunnu knýtast í Heldina. Niðast til høgru er lyklamiðstøðin fyri samleikaskipanina, sum koyrir í Heldini. Samleikaskipanin er bundin í Heldina, og verður brúkt til at logga á, men er ikki ein innbygdur partur av henni.

Heldin tekur sær av dátum sum verða fluttar millum telduskipanirnar hjá stovnum og fyritøkum. Tú kanst hugsa um Heldina sum eitt postverk sum ber brøv millum tveir partar uttan at kanna innihaldið í brøvunum, og syrgir fyri at brøv ikki verða send til óviðkomandi.  

Fylgandi mynd vísur hvussu samskifti millum tveir partar fer fram. Ein brúkari innritar í KT skipanini á stovninum hjá sær. Hendan skipanin koyrir vanliga á lokalum dátugrunnum, men tá tað er neyðugt at heinta dátur frá øðrum, so setur KT skipanin seg í samband við trygdarambætaran á staðnum við einum fyrispurningi. Hesin trygdarambætarin spyr inn til Heldardepilin, hvar fyrispurningurin skal sendast til. Heldardepilin hevur eitt yvirlit yvir allar tænasturnar á Heldini, og svarar aftur við adressuni hjá móttakaranum. Síðan setur tann lokali trygdarambætarin seg í samband við trygdarambætaran (TA) hjá vevtænastuveitaranum, og sendir fyrispurningin inn. TA hjá vevtænastuveitaranum sendur fyrispurningin víðari til millumambætaran, sum umsetir fyrispurningin so at KT skipanin hjá veitaranum skilur hendan. Svarið fer aftur hinvegin, og endar á skerminum hjá brúkaranum. Tann stóri grøni kassin vísur hvar Heldin hevur ein leiklut.


Størri mynd

Upprunin til orðið
Ein held er ein klingra av veðrahorni ella viði, ið frá gamlari tíð hevur verið brúkt at bera hoyggj. Reip verða knýtt í heldina og bundin um byrðuna, sum soleiðis hongur saman. Við eini held ber til at bera meiri.

Hugtøk í Heldini
Sum við einari hvørjari tøkniligari skipan, eru fleiri hugtøk í Heldini, sum skulu skiljast fyri at skipanin kann virka optimalt.

Vevtænasta 
Fyri at allir dátugrunnarnir skulu kunna dátusamskifta, er neyðugt við einari vevtænastu, sum kann knýtast upp í Heldina.  

Luttakari 
Ein luttakari er ein myndugleiki, virki ella felag, sum hevur knýtt eina ella fleiri KT skipanir í Heldina, fyri at kunna fáa og lata upplýsingar millum aðrar luttakarar. Luttakari er felagsheiti fyri vevtænastuveitarar og vevtænastubrúkarar.

Vevtænastuveitari
Tá ein luttakari eigur eina vevtænastu, sum umsitur dátur sum aðrir myndugleikar kunnu umbiðja, verður hann umrøddur vevtænastuveitari. Hetta er til dømis tá Fólkayvirlitið eigur dátur um persóntøl og bústað á einari vevtænastu, sum eitt nú Taks skal hava atgeingi til fyri at kunna útvega einum borgara ársuppgerð. 

Vevtænastubrúkari 
Tá ein luttakari hevur eina skipan, sum kallar eina vevtænastu hjá einum vevtænastuveitara, verður hann umrøddur vevtænastubrúkari. Hyggja vit aftur at døminum við Fólkayvirlitinum og Akstovuni, er Akstovan í hesum førinum vevtænastubrúkari, tí hon skal heinta dátu frá Fólkayvirlitinum.  

Alt hetta merkir, at tá tú flytir bústað, fært tær nýtt telefonnummar, ella XX, so skalt tú nú bert siga Fólkayvirlitinum frá, og ikki eisini bankanum, Akstovuni og so framvegis. 

 

Log-in