Hvat er grundardáta?

Grundardáta eru grundleggjandi upplýsingar, ið verða brúktar av flest øllum almennum myndugleikum, borgarum og virkjum. Hesi fevna í fyrstu atløgu um upplýsingar um persónar, virki, fasta ogn, bilar, bátar, adressur, topografisk kort, myndakort, matrikulkort og lendisskipanir.

Grundardáta er virðismikið tilfeingi hjá øllum samfelagnum. Landið og kommunurnar brúka hesi til at røkja sínar fyrisitingarligu uppgávur, til dømis í sambandi við skatting, veitingar til borgarar, byggimál, tilbúgving og so framvegis. Vinnulívið brúkar til dømis grundardáta í samskifti við tað almenna, skrásetingar av viðskiftafólki og til menning og skapan av nýggjum arbeiðsplássum, til dømis innan KT-vinnuna. Við hvørt stendur tað eisini um lív, um grunddáta eru skeiv ella ikki dagførd, til dømis í samband við tilbúgving, tá ein persónur fær medisin útflýggja og tá vandi er fyri at háspenningskáplar verða grivnir av.

Á hvørjum ári brúka vinnan og tað almenna tíð og pening til at umsita grundardáta. Sum er, er atgongdin til føroysk grunddáta heldur tvørlig og í ávísum førum eisini kostnaðarmikil. Tí kemur tað meira enn so fyri, at vinna og myndugleikar velja sjálvi at skráseta hesi grundardáta. Slíkar ferfaldar skrásetingar elva ofta til feilir, tí vandi er fyri, at onkur skrá ikki verður dagførd og tí inniheldur gomul dáta. Meginreglan er, at tann stovnurin, sum viðger ein ávísan grundardátalut, til dømis ein persón, altíð hevur teir rættastu og best dagførdu upplýsingar um henda lut. Hetta verður ofta dagført í tí lokalu skránni, men tað verður ikki sent víðari til felagsskránna. Tí uppliva flest allir stovnar, at teirra egna dáta er rættast.

Tað hevur verið ført fram, at grundardáta eru sera virðismikil í samband við menning av nýggjum vinnu­møguleikum. Verður atgongdin til hesi dáta gjørd frí og ókeypis, kunnu serliga KT-fyritøkur brúka hesa vitan til at menna nýggjar vørur og tænastur, ið aftur kunnu elva til menning og nýggj arbeiðspláss. Tað er tó sera torført at máta hesa menning, og tí er tað óvist, í hvønn mun hetta ger seg galdandi.

Ein samskipan av føroyskum grundardáta skapar tó góðar fortreytir fyri einum øktum talgildum samskifti millum borgaran, vinnulívið og almennar myndugleikar. Í Estlandi hava tey mett, at smidligari samskifti hevur spart 2% av bruttotjóðarúrtøkuni, tí óneyðuga arbeiðið av dupultskrásetingum er minkað. Sostatt er samskipan av grundardáta ein fortreyt fyri øktari talgilding av samfelagnum og eisini ein týdningarmikil fyritreyt fyri ætlaninar um at skipa ein talgildan samleika í Føroyum.

Hvat skal skrásetast?

Grundardáta skal innihalda eitt minstamál av upplýsingum. Stutt sagt skulu bert upplýsingar, sum eru felags fyri allar partar, eyðmerkjast sum grundardáta. Hevur ein stovnur serlig dáta, so eiga hesi verða knýtt at grunddáta í einari lokalari skrá hjá hesum stovninum.

Samanknýtingin av lokalum dáta og felagsdáta verður gjørt við einari felags eyðmerking. Hetta kann tykjast sjálvsagt, men í dag eru fleiri ymiskar eyðmerkingar fyri tað sama, til dømis bæði V-tal og skrásetingartal fyri virkir og bæði P-tal og e-tal fyri persónar. At fleiri eyðmerkingar eru, ger tað torført at binda saman dáta, sum hoyra saman.

Val av hóskandi eyðmerking er tí ein partur av uppgávuni at skipa ein skynsaman KT-arkitektur. Tað er eingin forðing fyri at velja eina verandi eyðmerking. Tað er bert ein fortreyt, at øll skulu kunna brúka hesa. Eitt ávíst arbeiði má gerast fyri at leggja ta røttu eyðmerkingina á dáta, sum í dag ikki eru greitt eyðmerkt. Eitt gott dømi er Tinglýsingin, har gomul persónsdáta ikki hava ein lykil, men bert eru skrásett við navni sum lykli. Tað skal eisini bera til at skráseta ein lokalan lykil hjá einum stovni, sum ynskir hetta, t.d. eitt koyrikortnummar ella eitt SP/F-nummar, men hetta skal viðgerast sum lokaldáta, sum bert liggja, har hesi dáta verða umsitin.

Hvussu skal hetta skipast?

Frígevingin av føroyskum grundardáta skal fremjast sum ein skipað tilgongd, har byrjað verður við teimum dáta, sum ikki eru heft at tøkniligum ella løgfrøðisligum forðingum. Samstundis skal dentur leggjast á, at allar avgerðir í sambandi við frígeving av grundardáta skulu taka fult atlit til persónsvernd.

Har eru longu hundratals samskiftisleiðir virknar í dag, og eru hesar i flestu førum eitt tvívegis samband við einari avtalu millum tveir partar um, hvørji data skulu samskiftast, og hvussu hetta verður gjørt tøkniliga. Til dømis kann ein greining av samskiftinum í og rundan um Búskaparskipan Landsins síggjast her.

Úrslitið av hesum er, at tað finnast næstan líka nógv ymisk tøkni og markamót sum tað finnast samskiftisleiðir. Fylgjan er eitt samskiftisnet, sum er tungt at reka, og serliga tungt at menna og broyta. Tí verður gomul ótrygg tøkni ofta brúkt við trygdarskipanum, sum einans eru gjørdar til høvið. Tað leggur eisini eina eyka byrðu á rakstarfólkini, at nógv ymisk tøkni verður brúkt. Tað merkir eisini, at tað kann taka ár at fáa sett eina samskiftisleið upp, av tí at báðir endanir ikki tosa sama mál, og eru frá hvør sinum veitara. Hetta sæst eisini aftur í prísinum. Ofta er úrslitið at íverksetanin av sambondum verður útsett ella avlýst.

Umhvørvisstovan umsitur fleiri stórar og týdningarmiklar grunddataskráir (Landsfólkayvirlitið, Adressuskránna, Matrikulin og Tinglýsingina) og tí er Umhvørvisstovan ein sentralur áhugapartur. Skrásetingin og Taks hava hvør sína virkisskrá, sum á onkran hátt mugu flættast saman.

Grundardáta

Vit hava avmarkað okkum til hesi grundardáta í hesum umfarinum:

  • Persónar
    Navn, føðingardag, adressa
  • Virkir
    Partafeløg, virkir við adressum oø.
  • Adressur
    Fullfíggjaður listi yvir allar adressur í Føroyum
  • Fastogn/Tinglýsing
    T.d. hús, bilar, grundstykki
  • Kort, GIS og matrikkul
    Upplýsingar um lendi, mark, rør, leidningar, vegir oa.

Les um heildarætlanina innan Grundardáta her.