Tað finst ikki ein almenn føroysk skrá, sum eintýðugt eyðmerkir føroyskar fyritøkur. TAKS hevur sokallaði vinnuskránna, sum skrásetir ein part av føroysku fyritøkunum og har lykilin í eyðmerkir er V-talið. Skráseting Føroya skrásetir eisini ein part av fyritøkunum og har er lykilin partafelagsnummarið.

Tí er neyðugt at menna eina skrá, sum inniheldur allar grundleggjandi upplýsingar um fyritøkur ella aðrar løgfrøðisligar eindir enn persónar. Hetta verður almenna skráin har allir upplýsingar um fyritøkur verða skrásettir og dagførdir. Hendan skráin skal so umvegis Heldina viðlíkahalda grundleggjandi upplýsingar um fyritøkur í miðfirraðu skráunum hjá almennum stovnum og privatum fyritøkum. 

Grundardátu verkætlanin í samband við virkir hevur hesi verkevnir:

  • at skapa grundarlag fyri eini almennari skrá við grundleggjandi upplýsingum um føroyskar fyritøkur, harundir
    • at staðseta myndugleika á málsøkinum
    • at gera lóggávu fyri málsøkið
  • at menna konsept og skipan
  • at verkseta skipanina