Teir mest grundleggjandi upplýsingar um persónar eru at finna í skipanini hjá Landsfólkayvirlitinum, vanliga rópt FÓLK.

Her verða persónarnir eyðmerktir við persónstalinum(P-talinum), sum er høvuðs lykilin í samskiftinum hjá borgaranum við almenn myndugleikarnar. Meira er at lesa um Landsfólkayvirlitið her.

Landsfólkayvirlitið verður fyrisitið sambært løgtingslóg um fólkayvirlit, sum tú finnur her.

Grundardátu verkætlanin í samband við persónar(FÓLK) hevur hesi yvirskipaðu mál:

  • at øll dagføring av upplýsingum verður gjørt talgilt
  • at útlendskir bústaðir verða tøkir í FÓLK
  • at talgild atgongd verður til álítandi upplýsingar
  • at upplýsingar verða lætnar ókeypis
  • at miðfirraðar skráir, bæði almennar og privatar, kunnu fáa talgilda atgongd umvegis heldina til FÓLK, við stuttum skotbrá
  • at borgararnir sjálvir kunnu dagføra upplýsingar í Fólkayvirlitinum

Og eru hetta ítøkiligu verkevnini:

  • at kanna um undirtøka er fyri at tillaga lóggávu um fólkayvirlit
  • at verkseta skrásetingarskipan so prestarnir skráseta talgilt í FÓLK
  • at menna vev-tænastur(WEB-services) so at FÓLK kann dagføra miðfirraðu skipanirnar umvegis Heldina
  • at menna sjálvgreiðslutænastur til borgararnar
  • at gera konsept fyri kontaktupplýsingar (teldupost, telefon v.m.)
  • at menna skipanina soleiðis, at privatar fyritøkur fáa dagført grundleggjandi upplýsingar sjálvvirkandi úr FÓLK