Í grundardátu verkætlanini, sum umfatar ognir er Tinglýsingin avgerandi skipanin. Tinglýsingin verður í dag umsitin av Umhvørvisstovuni og hevur fylgjandi høvuðsendamál:

  • at vera tann almenna skrásetingin av rættindum yvir fastari ogn, motor akførum og leysafæ
  • at tryggja rættindini hjá tí sum hevur rættindini ímóti øðrum rættindum
  • at staðfesta veðrættir á ognunum

Tinglýsingin er í dag 100% tengd at pappíri og manuellari málsviðgerð, sum verður skrásett í talgildari skrásetingarskipan. Miðal málsviðgerðartíðin er umleið 3 vikur. Tað tekur tí langa tíð og er dýrt og óskynsamt fyri vinnuna, borgaran og umsitingina.

Málið við grundardátuverkætlanini viðvíkjandi tinglýsingini er:

  • At Tinglýsingin verður 100% talgild og at 70% av málunum verða gjørd umvegis sjálvgreiðslu
  • At viðgerðartíðin verður munandi stytt frá vikum niður í minuttir
  • At tað verður møguligt at tinglýsa alt døgnið
  • At upplýsingar úr tinglýsingini verða ókeypis
  • At tinglýsingardátur verða teldutøkar

Verkevnini í grundardátuverkætlanini fyri ognir eru:

  • At ljóslesa núverandi pappírsarkiv og gera tað talgilt
  • At "dátuvaska" tinglýsingarskránna, tað er at eyðmerkja ognir við P-tali og V-tali.
  • At gera konsept fyri og menna Tinglýsingarskipan
  • At verkseta mentu skipanina