Geodátur eru tað sum manna millum verður nevnt kort, men at hesi í dag eru teldutøk opnar fyri nógv fleiri møguleikum. Geodátur umfatar nógv sløg av kortum: teknisk kort, topografisk kort, myndakort, hæddarmodel, matrikulkort og adressukort

Geodata deildin á Umhvørvisstovuni mennir tað geodetiskta grundarlagið, ger kort til Føroyska samfelagið og rekur ein geodataportal(www.kortal.fo).

Ein stórur trupulleikin hevur øll árini verið, at øll ikki hava havt somu atgongd til geodátur.

Um geodátur eru frí og ókeypis, fæst munandi størri nytta av teimum:

  • at øll hava altíð atgongd til geodátur tí tey verða  tøk á netinum.
  • at geodátur eru dagførd og øll brúka somu originalu dátur.
  • at dagføring verður gjørd eftir føstum leisti og óneyðugt verður av brúka tíð uppá at fáa kommunur av verða við.
  • at smásøla av kortum, sum kann vera tíðarkrevjandi, verður minni.
  • at privatar fyritøkur kunnu útvikla forrit (apps) og menna nýggj kort.

Sáttmáli verður gjørdur millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna um frí og opin geodátur.

Hildið verður áfram við dronufotografering av býum og bygdum, eins og tað var gjørt fyri Tórshavn og Klaksvík í 2015. Miða verður eftir, at allir býir/bygdir verða fotograferaðir triðja hvørt ár.

Restin av landinum verður avmyndað við satelittmyndum hvørt 5 – 10 ár. Kort verða framhaldandi dagførd eftir uppmátingum, dronumyndum og satelittmyndum.