Frígevingin av føroyskum grundardátum skal fremjast sum ein skipað tilgongd, har byrjað verður við teimum dátum, sum ikki eru heft at tøkniligum ella løgfrøðiligum forðingum. Samstundis skal dentur leggjast á, at allar avgerðir í sambandi við frígeving av grundardátum skulu taka fult atlit til persónsvernd.

Har eru longu hundraðtals samskiftisleiðir virknar í dag, og eru hesar i flestu førum eitt tvívegis samband við einari avtalu millum tveir partar um, hvørji dátur skulu samskiftast, og hvussu hetta verður gjørt tøkniliga. Til dømis kann ein greining av samskiftinum í og rundan um Búskaparskipan Landsins síggjast her.

Úrslitið av hesum er, at tað finnast næstan líka nógv ymisk tøkni og markamót sum tað finnast samskiftisleiðir. Fylgjan er eitt samskiftisnet, sum er tungt at reka, og serliga tungt at menna og broyta. Tí verður gomul ótrygg tøkni ofta brúkt við trygdarskipanum, sum einans eru gjørdar til høvið. Tað leggur eisini eina eyka byrðu á rakstarfólkini, at nógv ymisk tøkni verður brúkt. Tað merkir eisini, at tað kann taka ár at fáa sett eina samskiftisleið upp, av tí at báðir endarnir ikki tosa sama mál, og eru frá hvør sinum veitara. Hetta sæst eisini aftur í prísinum. Ofta er úrslitið at íverksetanin av sambondum verður útsett ella avlýst.

Umhvørvisstovan umsitur fleiri stórar og týdningarmiklar grundardátuskráir (Landsfólkayvirlitið, Adressuskránna, Matrikulin og Tinglýsingina) og tí er Umhvørvisstovan ein sentralur áhugapartur. Skrásetingin og Taks hava hvør sína virkisskrá, sum á onkran hátt mugu flættast saman.

Bygnaðurin í verkætlanini er víst á myndini niðanfyri: