Samskifti av lokalum dátum og grundardátum verður gjørt við einari felags eyðmerking. Hetta kann tykjast sjálvsagt, men í dag eru fleiri ymiskar eyðmerkingar fyri tað sama, til dømis bæði V-tal og skrásetingartal fyri virkir og bæði P-tal og e-tal fyri persónar. At fleiri eyðmerkingar eru, ger tað torført at binda saman dáta, sum hoyra saman.

Val av hóskandi eyðmerking er tí ein partur av uppgávuni at skipa ein skynsaman KT-arkitektur. Tað er eingin forðing fyri at velja eina verandi eyðmerking. Tað er bert ein fortreyt, at øll skulu kunna brúka hesa.

Eitt ávíst arbeiði má gerast fyri at leggja ta røttu eyðmerkingina á dátur, sum í dag ikki eru greitt eyðmerktar. Eitt gott dømi er Tinglýsingin, har gomul persónsdátur ikki hava ein lykil, men bert eru skrásett við navni sum lykli. Tað skal eisini bera til at skráseta ein lokalan lykil hjá einum stovni, sum ynskir hetta, t.d. eitt koyrikortnummar ella eitt SP/F-nummar, men hetta skal viðgerast sum lokalar dátur, sum bert liggja, har hesi dátur verða umsitin.