Upplýsingar skulu bara latast og skrásetast eina ferð. Allir myndugleikar og tænastur skulu heinta upplýsingar úr somu grundardátuskráum, sum verða ókeypis. Trygt samskifti millum skráir fer umvegis Heldina, ið er netið, sum heldur Talgildu Føroyar saman.

Stovnar skulu ikki senda hvørjum øðrum rokningar fyri at veita atgongd til grundardátur, tí tað gagnar ongum og virkar bara forðandi fyri talgildingina.

Hjá privatum veitarum gerast eitt nú ókeypis kortdátur eitt nýtt tilfeingi til teirra, sum hava hugflog at menna nýggjar tænastur til føroyska marknaðin og til allan heimin. 

Meginreglur fyri grundardátur:

  • Grunddáta skulu bert skrásetast einaferð og á einum stað
  • Dagførd grundardátur skulu altíð vera tøk
  • Tað skal vera ómakaleyst at fáa fatur í grundardátum
  • Tað skal vera ókeypis at fáa fatur á grundardátum
  • Tað skal vera lætt at finn út av hvørjir upplýsingar eru tøkir og hvussu ein fær fatur í teimum
  • Tað almenna skal altíð hava fulla atgongd og ræðisrætt yvir almennu skráum
  • Skráir við grundardátum eiga at mennast og víðkast við upplýsingum sum hava felags áhuga - t.d. telefonnummar hjá persónum
  • Eitt hóskandi lógarverk eigur at vera rundanum skráseting og brúki av grunddáta 

Meginreglur KT-arkitekturi

  • Samskiftið millum skipanir skal vera einsháttað og bygt á nýmótans standardum
  • Samskiftið millum skipanir skal vera trygt
  • Avmarkingar skulu ikki vera í, hvar skipanir skulu rekast
  • Samskifti millum skipanir skal kunna fara fram umvegis internetið
  • Skipaði viðurskifti. Ein almennur myndugleiki eigur at vera, sum heldur skil á samskifti millum skipanir – hvør hevur atgongd til hvat, og hvør samskiftir við hvønn
  • Tað skal ikki vera neyðugt hjá stovnum at fara í samráðingar við aðrar stovnar ella veitarar, hvørja ferð tørvur er á at fáa fatur í upplýsingum hjá hvørjum øðrum
  • Tað eigur at verða skrásett, tá skipanir samskifta, men ikki hvat verður samskift
  • Tað eigur at vera møguligt hjá einum borgara at síggja, hvør ið hugt eftir upplýsingum um hann 

Myndin niðanfyri lýsir Heldina sum ein tryggan part av internetinum.

 

Einans góðkendir stovnar, kommunur og virkir kunnu knýta seg í Heldina, sum er ein miðspjødd, standardiserað loysn, ið ger tað lætt at samskifta millum skipanir, minkar um váðan við stórum, tætt samanknýttum skipanum, og minkar um óneyðugt dupultarbeiði.

At samansjóða grundardátuskráir gjøgnum Heldina:

  • ger tað óneyðugt at lata somu upplýsing fleiri ferðir
  • ger tað gjørligt at avgreiða síni viðurskifti á einum stað
  • ger tað møguligt at síggja alt, sum er skrásett um teg
  • kann geva tær innlit í, hvør hyggur eftir upplýsingum um teg