Grundardátur - rávøra í talgildu menningini

Grundardátu verkætlanin hevur sum yvirskipað endamál, at tryggja eina skynsama nýtslu av grundardátum í føroyska samfelagnum við at gera tey tøk, álítandi og ókeypis.

Skynsom nýtsla av almennum grundardátum er tíðandi fortreyt fyri skynsamari rakstri, betri tænastu og øktum vinnumøguleikum bæði í tí almenna og tí privata geiranum. 

Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar, ið verða brúktar av flest øllum almennum myndugleikum, borgarum og virkjum. Tað eru millum annað um upplýsingar um persónar, virki, fasta ogn, bilar, bátar, adressur, topografisk kort, myndakort, matrikulkort og lendisskipanir. Tær grundardátur sum eru við í verkætlanini Talgildu Føroyum eru:

  • Persónar - Navn, føðingardag, adressa o.a.
  • Virkir - Partafeløg, virkir við adressum o.ø.
  • Adressur - Fullfíggjaður listi yvir allar adressur í Føroyum
  • Fastogn/Tinglýsing - Hús, bilar, grundstykki o.a.
  • Kort, GIS og matrikul - Upplýsingar um lendi, mark, rør, leidningar, vegir oa.

Grundardátu skráir

Grundardátur skulu innihalda eitt minstamát av upplýsingum. Stutt sagt skulu bert upplýsingar, sum eru felags fyri allar partar, eyðmerkjast sum grundardátur. Hevur ein stovnur serlig dátur, so eiga hesi verða knýtt at grundardátum í einari lokalari skrá hjá hesum stovninum.

 

Les um heildarætlanina innan Grundardáta her.