Almenna Landsadressuskráin verður umsitin av Umhvørvisstovuni og kann er meir at lesa um skránna her. Allar góðkendar adressur hava eintýðuga eyðmerking, sum verður kallað L-talið.

Grundardátu verkætlanin arbeiðir saman við Umhvørvisstovuni at gera upplýsingarnir í skránni meira fullfíggjaðar. Hetta krevur samskifti við kommunurnar, sum eru adressumyndugleiki, sambært løgtingslóg um adressur. Harafturat verður arbeitt við at gera atgongdina til adressuupplýsingarnar ókeypis.

Landsadressuskráin er almenna skráin og er tað har upplýsingar um adressur skulu skrásetast og dagførast. Miðfirraðar skráir, sum hava tørv á adressuupplýsingum eiga umvegis Heldina, at fáa hesar úr Landsadressuskránni.